Nevndin í Landsbankanum bakkar sjálv

Nevndin í Landsbankanum bakkar sjálv

2017-04-28 10:34 Author image
Dimma

Nógv rumbul hevur verið seinastu dagarnar um nevndarsamsýningarnar til limirnar í nevndini í endurstovnaða Landsbankanum. Eitt var sjálv samsýningin, annað var, at tað í hesum føri er sjálv nevndin í Landsbankanum, sum ásetur sær sjálvari samsýningina. Upprunaliga gjørdi nevndin av, at formaðurin skuldi hava 16.000 krónur um mánaðin. Nú hevur nevndin endurmett samsýningar sínar, og sent miðlunum hetta skriv:

"Eftir nógva almenna umrøðu um ásettu nevndarsamsýningunum til nevndarlimirnar í Landsbankanum, hevur nevndin gjørt av at eftirmeta samsýningarnar beinanvegin.

Nevndin hevur gjørt av at fylgja tilráðingini frá Fíggjarmálaráðnum um at formaðurin fær 10.000 kr., næstformaðurin fær 7.000 og nevndarlimir fáa 6.000 kr."

Skrivið er undirritað av formanninum í nevndini.

Meira langlesnaður