Neyðugt at fara til verka fyri at betra um sálarheilsuna

Neyðugt at fara til verka fyri at betra um sálarheilsuna

2017-10-19 09:49 Author image
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar

 

Neyðugt at fara til verka fyri at betra um sálarheilsuna – áheitan til politikararnar frá Norðurlendsku feløgunum fyri sálarfrøðingar

Føroyskir Sálarfrøðingar hava júst luttikið á fundum í Keypmannahavn fyri norðurlendsku feløgini fyri sálarfrøðingar, og ein av niðurstøðunum var ein felags áheitan á politisku avgerðartakarar í Norðurlondum: Viðurkennið tørvin fyri at fara til verka! Tiltøk mugu raðfestast í mun til sálarheilsu og fyribyrging av sálarsjúku. Enn er gjógvin millum tað, vit vita gagnar og tað, sum verður gjørt, ov stór. Áheitanin er send Føroya løgmanni, umframt Heilsu- og Innlendismálaráðnum, Almannamálaráðnum, Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

Tørvurin á at størri dentur verður lagdur á sálarheilsu er ikki bara í Norðurlondum, men í øllum heiminum. Sambært WHO stríðast fleiri enn 350 milliónir menniskju í heiminum við tunglyndi, og norðurlendsku feløgini fyri sálarfrøðingar stuðla tilmæli frá ST um rættin til góða sálarheilsu. 

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar
 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður