Annita fer neyvan á Fólkating - helst fer Óluva Klettskarð

2016-08-01 13:54 Author image
Dimma

Hvør fer nú í Fólkatingið fyri Tjóðveldi?

Tað er spurningurin, eftir at fólkatingsmaðurin ætlar sær aftur í løgtingið eina tíð.

Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi, Magni Arge, hevur boðað frá, at hann ætlar sær aftur í løgingið í heyst, helst í oktober og nakrar vikur fram. Skipanin hjá Tjóðveldi er, at tú kanst ikki sita bæði í Løgtinginum og Fólkatinginum, og tí fær næstvaldi á listanum hjá Tjóðveldi á seinasta fólkatingsvali møguleikan at fara á Fólkating.

Tey næstu á listanum eftir Magna Arge eru Kristina Háfoss og Sirið Stenberg, men við tað at tær báðar eru landsstýrisfólk fara tær ongan veg. Síðan kemur Annita á Fríðriksmørk, sum eisini er í løgtinginum. Men hon væntar ikki at fara í Fólkatingið, sum støðan er.

- Vit hava ikki tikið endaliga avgerð, men eg vænti ikki at fara. Tað eru so nógv spennandi og stór mál at viðgera í heyst, ið eg sum forkvinna í tingbólkinum sera fegin vil vera ein partur av. Eg taki heilt greitt Løgtingið fram Fólkatingið, staðfestir Annita á Fríðriksmørk.

Málini fyri framman eru eitt nú fíggjarlógin, men haraftrat koma mál um eitt nú fiskivinnu, landsbanka og stjórnarskipan, sum eru hjartamál hjá Tjóðveldi í samgongu.

Tey næstvaldu á listanum hjá Tjóðveldi til seinasta fólkatingsval vóru Tórbjørn Jacobsen og Óluva Klettskarð. Tórbjørn Jacobsen er borgarstjóri í Runavík, og spurningurin er, hvussu hann velur at blanda fólkaræðisligu kortini. Her er eisini talan um, at Tjóðveldi skal blanda kortini taktiskt, tí fer Tórbjørn í Fólkatingið, so dettur Ingolf S. Olsen úr løgtinginum.

Helst verður tí talan um, at Óluva Klettskarð kann gerast næsta umboðið hjá Tjóðveldi á Fólkatingi, men tað er sjálvandi bert eitt git frá dimma.fo, tí nógv eru um boðið.

placeholder

Meira langlesnaður