84 fólk latið lív í Nice

2016-07-15 09:33 Author image
Alda Nielsdóttir

Gjárkvøldið lótu 84 fólk lív, tá ein maður koyrdi ein lastbil inn í ein fjøld, sum hátíðarhelt Bastiljudagin, sum er franski tjóðardagurin. 

Maðurin, ið framdi brotsgerðina, lat lív, tá hann varð skotin meðan hann koyrdi. Brotsmaðurin skjeyt eftir fjøldini, og hann hevði eisini granatir í bilinum. 

Brotsmaðurin var av fronskum og tunesiskum uppruna, men enn er ikki víst, júst hvør maðurin var. 

Franski forsetin, Francois Hollande, segði á tíðindafundi, at tað bar ikki til at skúgva til viks, at álopið bar brá av yvirgangi, hóast tað enn ikki er greitt, hvør stendur aftanfyri álopið. Hollande viðgekk eisini, at Frakland altíð er undir "islamistiskari yvirgangshóttan". 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður