Nøgdi Niclas hjá Lenu

2016-07-04 20:52 Author image
Sigmund Vang

Fyrr í summar kom nýggja fløgan hjá Lenu Anderssen, ”Eagle In The Sky”, á marknaðin. Tó at navnið hjá Niclas Johannesen (50) ikki sæst á forsíðuni, so vita tey flestu á breiddarstigi 62 norður, at tónleikurin hjá Lenu er ein samanrenning av teirri samvirkan, sum fær lív, tá tey bæði arbeiða og liva saman. Men hyggur tú inn í húsan, sæst at nýggja fløgan er framleidd av Niclasi, øll løgini eru skrivað av hjúnunum báðum og Niclas spælir gittarar og onnur ljóðføri, eins og hann syngur kór á nøkrum løgum.


Abbin keypti elgittar

Hóast Niclas frá barnaárum droymdi um tónleik, var hann 31 ár, áðrenn avgerðin um tónleik sum yrkisleið endaliga varð tikin. Undan hesum hevði hann arbeitt sum journalistur og eisini lisið samfelagsfrøði eitt skifti í Ålborg. Júst komin aftur til Føroya í 1996 møtti hann Lenu í bólkinum Next Step og í 1998 gjørdist fyrsta fløgan hjá Lenu "Long Distance" veruleiki, har tey skrivaðu saman og Niclas framleiddi.

Barndómsheimið á Glyvrum var eitt  trygt og gott stað, har tónleikur, list, bókmentir, samfelagsviðurskiftir og politikkur seyraði inn við foreldraávirkanini. Hjá foreldrunum fylti serliga klassiskur tónleikur nógv, men har var eisini pláss fyri tí rútmiska.

Mamman, Begga, spældi kassagittar og Niclas tók siðin upp eftir henni. Eftir øllum at døma, hevði abbin hoyrt, at tað lá toluliga væl fyri. Hann tók tí tann tá níggju ára gamla Niclas við í musikkhandilin hjá Alfred í Runavík, har hann fekk sín fyrsta elgittar.  


Lakress-upptrekkjarar við umborð

Sum ungur unglingi arbeiddi Niclas millum annað aftan á skúlatíð í kioskini hjá Jørleifi og Elini, beint sunnanfyri Glyvra Bio. Ikki tí, hann var eisini á Bakkafrost og á Lynfrost, men at sleppa at arbeiða í kioskini, var ein góður kjansur at fáa.

- Haldi eg át meira enn eg seldi, minnist hann við einum brosi.

Hugurin til tónleikin og tað søta sást eisini aftur, tá hann fór ein túr til skips. Pápin helt, at ungi Niclas skuldi fáa eitt sindur av innliti í høvuðsvinnuna, og hann fekk kjans við Reynsatindi. Saman við floksfelaganum Rodmundi Nielsen bleiv mynstrað, og við sær umborð hevði hann - umframt arbeiðsklæðir - gittarin og eitt kartong av lakress-upptrekkjarum.

- Eg má hava verið nokk so disiplineraður, tá tað snúði seg um at venja umborð, tí sjálvt um har vóru nógvir filmar í messuni, sum manningin hugdi eftir á frívaktum, hevði eg ikki sæð ein einasta film, tá vit komu í land aftur, smáar tríggjar mánaðir seinni, fortelur Niclas.

Nær goymslan av upptrekkjarum var tóm, minnist hann tó ikki.


Gavst at spæla alment

Fyrsta almenna konsertin hjá Niclasi var í sambandi tær sonevndu SMS-kappingarnar, ið vóru síðst í 70-árunum. Saman við vinmonnum av Skálafjørðinum, teirra millum Edmund Jacobsen (Chase) og Trygva Mortensen (fótbóltsvenjari), fór hann til Havnar við bólkinum Cosmos Factory. Teir vunnu tó ikki – tað gjørdu Playboys – og eina tíð aftaná, tá Niclas hevði hugsað eitt sindur um sítt egna støði, gavst hann at spæla gittar alment.

- Eg minnist, eg hevði keypt ein stóran dýran forsterkara, haldi hann kostaði einar 8000 krónur, sum eg fór aftur í musikkhandilin við og fekk nakað av pengunum aftur, fortelur Niclas.

Nakað frammanundan hevði Cosmos Factory spælt til dans í Kollafirði, og tá blivu bert fimm bilettir seldar. Okkurt mátti henda, so Niclas gjørdi av at fara í sjálvbodna venjingarlegu. Eitt gott ár seinni var hann klárur aftur. Fyrst sum yngsti tónleikari í dansibólkinum Firvaldum, har spælt varð í nógvar tímar, og seinni sum fastur avloysari í rokkbólkinum Skorðum.  

- Tað var stuttligt og mennandi at spæla við Firvaldum, sjálvt um tað kanska ikki var mítt slag av tónleiki. Eg minnist, eg hevði keypt mær ymsar fuzzpedalir at seta til gittarin, men tað hildu hinir í Firvaldum lítið um, so eg fekk meira ella minni at vita, at eg var vælkomin at brúka teir sum minst, fortelur Niclas.


Frá Crew til Lenu

Niclas flutti til Danmarkar sum 19 ára gamal, og kom at búgva tætt við eitt nýtt upptøkuhøli í Frederikshavn. Hann hevði smíðað nøkur løg tá, og fór og bað sær tíð til innspæling. Hann gjørdist væl við eigaran og fekk loyvi at brúka upptøkuhølini ókeypis, tá eingin annar var har um kvøldarnar og næturnar. Soleiðis kom kassettubandið Niclas and the Crew til verðina.

Kassettubandið varð væl móttikið og fólk fingu oyrini upp fyri gávunum hjá Niclasi. Seinni gjørdist hann limur í rokkbólkinum Chase, eins og Niclas gjørdi tónleikin til væl umtókta sangleikin Skeyk. Tónleikurin fylti nógv hesi árini, men Niclas, sum var fluttur heim aftur til Føroya, arbeiddi nærum alla tíðina við øðrum eisini – millum annað sum journalistur á Dimmalætting, Sosialinum og í Sjónvarpi Føroya.

Sum 31 ára gamal møtti hann 22 ára gomlu Lenu, sum var komin at syngja í áðurnevnda bólkinum Next Step, har Niclas eisini spældi við. Tað rann saman, og restin er søga, sum mann sigur.

Lívið sum yrkistónleikari hóvar Niclasi væl, tó at tað kann vera eitt óstøðugt lív, tá hugsað verður um tað fíggjarliga.

 - Tað er ein spennandi avbjóðing at liva sum tónleikari, tí tá ítriv gerst til arbeiði, eiga bæði tú og onnur at krevja meira av tær, og tann leiklutin mást tú so royna at liva upp til. Nú havi eg eitt yrki, har eg veruliga trívist. Tað er ikki soleiðis, at eg fari til arbeiðis, og bara gangi og bíði eftir at fáa frí, sum eg kanska onkuntíð havi gjørt fyrr. Hóast seinur á sjóvarfallinum, valdi eg at fara eftir tí, sum eg brendi fyri, og tað angri eg ikki, sigur Niclas nøgdur.

 

placeholder

Meira langlesnaður