Nigel Farage lagt frá sær

2016-07-04 20:22 Author image
Jákup Højgaard

 - Eg føli at eg havi gjørt mítt og at eg næstan ikki kann røkka meira, segði Nigel Farage á fundi í London í morgun, tá ið hann boðaði frá at hann leggur frá sær, sum formaður í UKIP. 

Hann leggur frá sær bert tvær vikur eftir Brexit, har hann var ein av oddamonnunum fyri Leave-síðuni. Farage, ið hevur verið ES tinglimur fyri Bretland síðan 1999.  hevur leingið talað fyri at fara úr ES.

Brexit úrslitið, har nei-síðan fekk 51,89 prosent av atkvøðunum, gjørdi at hansara mál varð rokkið sum politikkari, segði hann í morgun. 

Kelda: The Independent online

    

 

placeholder

Meira langlesnaður