Nigerianski marknaðurin letur seg upp aftur

Savnsmynd: Sveinur Tróndarson

Nigerianski marknaðurin letur seg upp aftur

2017-06-11 12:59 Author image
Georg L. Petersen

Síðan oljuprísurin fór at fallla hevur stóra oljuframleiðaralandið í Afrika, Nigeria, verið illa spert fíggjarliga. Hetta hevur eisini ávirkað føroyska útflutningin til landið, men nú eru glottar fyri framman – bæði Høvdavirkið í Leirvík og uppsjóvarflotin merkja broytingarnar.

– Tað sær meira positivt út nú. Vit eru so smátt farnir at selja til landið aftur, og teir eru eisini farnir at rinda útistandandi, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík, sum hevur bygt seg upp yvuir fleiri ár við at útflyta serliga turkaði høvd til Nigeria.

Eisini hjá reiðarínum Varðanum í Gøtu eru tey vorðin varug við broyttu viðurskiftini í Nigeria, og nøkur tons av svartkjafti eru á veg til stóra afrikanska landið.

Lesið meira í blaðnum hetta vikuskiftið

placeholder

Meira langlesnaður