Øll kunnu tilnevna evnir til norðurlendska matvirðisløn

2017-03-30 17:00 Author image
Sigmund Vang

Embla er heitið á nýggjari norðurlendskari matvirðisløn, sum bóndafeløgini í norðurlondum standa á odda fyri. Føroyar luttaka í bólkunum "Mathandverkarin 2017", "Rávøruframleiðarin 2017", "Matsamskiftarin 2017" og "Matferðamál 2017".

Almenningurin kann tilnevna evnir til virðislønirnar, og sostatt hava føroyingar eisini hendan møguleika. Tilnevning verður gjørd á heimasíðuni "emblafoodaward" HER. Seinasta freist at koma við uppskotum er 17. apríl.

Virðislønin er tann fyrsta av sínum slag, sum umfatar øll Norðurlond, og er stuðlað av Norðurlandaráðnum.

Eftir áheitan frá Norðurlandaráðnum hava bóndafeløgini í Danmark, Svøríki, Føroyum, Íslandi, Finnlandi, Álandi og Noregi átikið sær at skipa eina virðisløn, sum setur tað staðbundna í miðdepilin.

- Endamálið er at styrkja samanhald og vitan landanna millum, og millum tað fólk, sum dagliga arbeiðir við at framleiða, virka og borðreiða fyri okkum øllum, og at menna tað góða tilfeingi vit hava hjá okkum, siga føroysku fyriskipararnir.

Embla fer at verða altin annað hvørt ár, fyrstu ferð í Keypmannahavn í august 2017

Danska bóndafelagið L&F "Landbrug & Fødevarer" er vertur. Við handanina verður vertslandið til virðislønina 2019 avdúkað.

Sigert Patursson, stýrislimur í Emblu, hetir á allar føroyingar at koma við tilnevningum til virðslønina.

- Embla er eitt spennandi tiltak, har ið Føroyar luttaka á jøvnum føti við grannalond okkara. Virðislønin verður við til at varpa ljós á føroyskar rávørur, føroyskt mathandverk og á Føroyar sum matferðamál, sigur hann.

  

   

  

placeholder

Meira langlesnaður