Nógv fólk í býnum í nátt

Nógv fólk í býnum í nátt

2017-12-10 09:29 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Nógv fólk vóru í býnum í nátt, bæði í Tórshavn og Klaksvík. Hetta sæst aftur í virkseminum hjá løgregluni í nátt.

Á einum skeinkistaði í Klaksvík var har ein, ið gjørdi fortreð tvær ferðir sama stað. Fyrstu ferð bleiv viðkomandi vístur burtur av starvsfólkunum, men tá viðkomandi kom aftur aðru ferð, bleiv løgreglan tilkallað.

Bæði í Havn, Vágunum og Tvøroyri hevur løgreglan gjørt sítt til, at fáast við full fólk. Fólk eru bæði dottin og komin smávegis til skaða. Løgreglan hevur eisini hjálpt summum fólki heim, sum ikki kláraðu seg sjálvi.


Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður