Nógv hava latið inn ólóglig skotvápn í Føroyum

2016-06-27 06:00 Author image
Dimma

Sera nógv hava nýtt høvi at lata inn ólóglig skotvápn. Hetta upplýsir løgreglan – uttan tó at útgreina hvussu nógv, talan er um. Freistin er heldur ikki farin enn, so hugsandi er, at tað støðugt legst afturat.

Nýggj vápnalóg kom í gildi frá ársbyrjan. Lógin tilskilar, at persónar, sum eiga ella liggja inni við ólógligum skotvápnum, kunnu lata tey inn til Føroya landfúta uttan revsitiltøk. Hetta kann tó bara gerast fram til 30. juni, tí eftir hetta verður tað revsivert.

Tað hevur kravt serloyvi frá løgregluni at hava vandamikil skotvápn. Hetta hevur verið galdandi síðan 1969, og talan er um til dømis riflur og revolvarar, meðan vanligar høglbyrsur hava verið undantiknar.

Hevur tú riflu ella revolvara liggjandi, so er tað ólógligt, um tú ikki hevur loyvi til tess frá løgregluni. Tað eru hesi vápn, sum skulu latast inn. Høglbyrsan er framvegis lóglig at eiga ella hava í varðveitslu.

Vápnini kunnu latast inn á hesum støðum: 

  • Politistøðin í Havn, Yviri við Strond 17, gerandisdagar millum 10 og 15
  • Politistøðin á Tvøroyri, Kirkjubrekkan 11, gerandisdagar millum 10 og 15
  • Politistøðin í Klaksvík, við Sandin 5, mánadag til hósdag millum 10 og 15

Samstundis sigur ein kunngerð, at øll skotvápn í Føroyum skulu vera skrásett fyri 1. januar næsta ár. Øll, sum eiga skotvápn, skulu fáa tey skrásett, og tað áliggur eisini teimum, sum selja byrsur, at fáa tær skrásettar í navninum hjá keyparanum.

Eigur tú eitt søguligt skotvápn, sum verður mett at hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, verður vápnið latið Søvnum Landsins til varðveitslu.

placeholder

Meira langlesnaður