Nógvar eldásetingar í Svøríki

2016-08-16 09:23 Author image
Dimma

Aftur í nátt noyddust løgregla og sløkkilið í Svøríki at fara út til fleiri eldar. Tað skrivar Ritzau.

Talan er um bil-brandar, ið eru ásettir, og løgreglan fekk í nátt fráboðanir um níggju eldibrandar innan fyri ein hálvan tíma - teir flestu í økinum Hyllie beint við Malmø.

Løgreglan sigur, at støðan var so spent, at sløkkiliðsfólkini í fleiri førum ikki náddu út til bilbrandarnar, og tí máttu fólk á staðnum sjálv sløkkja eldin.

Talan er um eina bylgju av ásettum eldum, og samlaða talið av eldásettum bilum er farið upp um 100 hetta summarið. Serliga er tað farið fram í Malmø.

Samstundis, sum nógvir eldar vóru ásettir í nátt, hevur ein røð av eldásetingum verið í økinum við høvuðstaðin Stokkholm, har einir 50 bilar eru skaddir av eldsbrunum seinastu tíðina.

Týsnáttina var løgreglan kallað út til eitt parkeringshús norðarlaga í Stokkholm, har tveir bilar vóru brendir heilt niður, og aðrir 47 fingu roykskaðar.

Løgreglan hevur fingið hendur á ymiskum prógvum, sum vísa at eldarnir eru ásettir, millum annað eldfiman løg, og tilburðirnir verða roknaðir sum grovt herverk.

Eisini aðrastaðni í landinum hava myndugleikarnir fingið boð um brennandi bilar. Sunnudagin skrivaði blaðið Sydsvenskan, at talið á eldásettum bilum er komið upp á hundrað, men tað var so áðrenn týsnáttina.

Enn er eingin tikin fyri eldásetingarnar.

placeholder

Meira langlesnaður