Nógvar motorsúkklur komnar til landið

Nógvar motorsúkklur komnar til landið

2017-08-01 08:33 Author image
Leif Láadal

Sjálvt um samlaða sølan av akførum, tá øll verða bólkað undir einum, minkaði eitt vet - trý prosent - fyrstu sjey mánaðirnar í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør, so var serliga ein bólkur, sum vaks nógv. Frá januar til og við juli í fjør blivu 13 nýggjar motorsúkklur skrásettar í Føroyum, meðan tað hesar fyrstu sjey mánaðirnar í ár blivu skrásetta 41 motorsúkklur - altso 28 fleiri.

Sølan av persónbilum lækkaði eitt sindur, úr 1274 nuiður í 1193. Tað svarar til 6,4 prosent.

Samlað eru 1653 akfør skrásett higartili ár, upplýsir Akstovan.

placeholder

Meira langlesnaður