Nógvar rottur í Runavík

Nógvar rottur í Runavík

2017-10-22 11:18 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Runavíkar kommuna hevur sett eina fráboðanarskipan í verk, fyri at basa rottutrupulleikanum í kommununi. Síðan skipanin var sett í verk eru 43 fráboðanir komnar inn, og kommunan hevur sett 271 fellir upp. Tað upplýsir heimasíðan hjá kommununi.

Kommunan heitir á borgararnar um at hava eyguni úti eftir rottum ella tekin um rottur, so rottulort, rottuholur ella um hol eru blivin gnaðaði í t.d. ruskposar.


Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður