Nógvur makrelur gýtt við Føroyar

2016-06-15 08:05 Author image
Dimma

Nógvur makrelur hevur gýtt í føroyskum øki í ár. Tað vísa úrslitini frá kanningunum við Magnus Heinasyni í mai-juni vísa. Nøgdin av rognkornum var munandi størri í ár, enn samsvarandi kanningar hava víst áður.

Kanningarnar av gýting hjá makreli, tvs. rognkornteljingar, verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroya. Av tí at makrelur gýtir yvir eitt langt tíðarskeið, verða ikki færri enn tólv altjóða kanningarferðir gjørdar í tíðarskeiðinum februar til juni.

Magnus Heinason er við í kanningunum í norðasta parti av gýtingarøkinum hjá makreli. Vanliga mynstrið hevur verið, at bert einstøk rognkorn av makreli eru funnin her um leiðir so seint í gýtingartíðini, meðan høvuðsgýtingin plagar at vera vestan fyri Írland.

Í kanningini í ár er stór broyting í, við tað at so stórt tal av rognkornum er fingið so langt norðuri og so seint í gýtingartíðini. Enn ber tó ikki til at siga, hvat hetta merkir fyri makrelstovnin. Ein samlað meting verður gjørd seinni í summar, tá úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verður uppgjørd.

Øll frágreiðingin frá túrinjm hjá Magnusi Heinasyni kann síggjast her

Meira langlesnaður