Enn eru nøkur pláss eftir á Setrinum

2016-08-18 08:33 Author image
Dimma

Setrið fekk metnógvar umsóknir í ár. Samstundis fara so nógv sum ongantíð áður at lesa á Fróðskaparsetrinum.

Hóast hetta, so eru nøkur pláss tøk, sum søkjast kann um fram til lestrarbyrjan. Seinasta freist at søkja er dagurin, tá ið lesturin á einstaku útbúgvingini byrjar. Útbúgvingarnar byrja ymsar dagar, so tað er at kanna eftir, um júst tín útbúgving enn er tøk.

Dømi um útbúgvingar, sum søkjan kann um er føroyskt á bæði bachelor og masterstigi; tann útbúgvingin byrjar 5. september. Tað sama er galgandi fyri sosialvísind og samfelagsplanlegging, politikk og umsiting, løgfrøði og hjánám í samfelagsfrøði.

Tøku plássini á Setrinum síggjast her 

Meira langlesnaður