Nomi Jacobsen skúlastjóri í Vestmanna Skúla

2016-06-20 14:15 Author image
Dimma

Virkandi skúlastjórin í Vestmanna skúla, Nomi Jacobsen, er nú formliga sett í starvið sum skúlastjóri.

Tað boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi.

Nomi Jacobsen er 54 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 1982, umframt at hon m.a. hevur tikið Diplomútbúgving í sernámsfrøði, skeið í leiðslu og er ávegis við Diplomútbúgving í leiðslu.

Nomi Jacobsen hevur eftir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólkaskúlanum, fyrstu árini sum einalærari, eitt skifti sum lærari og síðan fyri tað mesta sum fyrstilærari. Hon hevur m.a. verið fyrstilærari í Norðskála-Oyrar skúla síðan 2010 og fram til januar í ár, tá hon var sett sum virkandi skúlastjóri í Vestmanna skúla.

Nomi tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna Skúla frá 1. august 2016 at rokna.

placeholder

Meira langlesnaður