Eg missi onki av, at onnur fáa rættindi

2017-01-16 13:31 Author image
Dimma

Hjúnabandið er elligamalt, og hevur broytt seg leypandi. T.d. bar ikki til at gifta seg hjá ognarleysum í Føroyum fyrr. Hetta er tíbetur broytt, og nú er eisini uppá tíðina, at tvey av sama kyni sleppa at giftast borgarliga. Hendan broytingin er hend nógvum øðrum londum, og kanska serliga londum, sum vit eru glað at samanbera okkum við, t.d. Ísland, Danmark og Svøríki. Góð demokratisk vælferðarsamfeløg, har eisini minnilutar hava sjálvsøgd rættindi. Ein meiriluti av Føroya fólki ynskir broytingina, og ein meiriluti av løgtinginum hevur samtykt at broyta hjúnabandslógina, so nú er tíð uppá at fólksins vilji verður settur í verk.

Eg skilji slett ikki, hvussu tað ber til at vera ímóti, at samkynd kunnu giftast borgarliga. Borgarlig vígsla er ikki partur av einari religiøsari siðvenju. Tað ber til hjá ikki-trúgvandi og ikki-kristnum fólkum at verða gift borgarliga. Hví skal tað so vera í lagið at forða samkyndum hendan møguleikan? Tað má vera upp til vaksin fólk, at sjálvi finna útav sínum maka. Hetta eiga Jógvan á Lakjuni, Bergur Debes Joensen og Miðflokkurin ikki at hava avgerðarrætt í.

Tað fer at gera tað lættari hjá LGBT persónum at búgva og trívast í Føroyum við broytingini av hjúnabandslógini. Hetta er ikki bara jaligt fyri LGBT persónar, men eisini hjá familju og vinum teirra. Tað fer at gleða meg, tá míni samkyndu vinir (og øll eg ikki kenni) fáa somu rættindir sum eg. Eg missi onki av, at onnur fáa rættindi.


  

placeholder

Meira langlesnaður