NORA skal leiða tvær stórar norðurlendskar verkætlanir

2016-06-20 15:25 Author image
Dimma

Tær báðar verkætlanirnar hava støðið í stóru ráðstevnuni í fjør - Growth in blue bioeconomy - og byggja á tilmæli frá henni.

Onnur verkætlanin hevur fyribils enska arbeiðsheiti ‘Fish and Fashion’ og hin verkætlanin, ið er ein altjóða ráðstevna, snýr seg sum bláan tilfeingisbúskap í lítlum oyggjasamfeløgum.

Tilsamans hevur Norðurlendska Ráðharraráðið játtað 4 millliónir krónur til tær báðar føroysku verkætlanirnar, ið NORA nú skal seta í verk í 2016 og 2017.

Undir danska formansskapinum fyri Norðurlendska Ráðharraráðið í fjør høvdu Føroyar formansskapin í fiskivinnusamstarvinum. Yvirskriftin fyri føroyska partin av formansskapinum var Blái tilfeingisbúskapurin. Undir hesi yvirskrift vóru fleiri verkætlanir og tiltøk. Høvuðstiltakið var stóra altjóða ráðstevnan ‘Growth in blue bioeconomy’, sum Fiskimálaráðið skipaði fyri.

Skipanin við formansskapinum, er at hvørt landið hevur leiðsluna í arbeiðinum í eitt ár, men at verkætlanirnar, sum vera settar í verk, vera framdar yvir trý ár.

Í farnu viku skrivaðu Fiskimálaráðið og NORA – Norrønt Atlantssamstarv, undir avtalu, sum hevur við sær, at NORA skal standa fyri tveimum teimum seinastu verkætlanunum, sum eru partar av føroyska partinum av formannskapinum.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður