Hátíðarhalda 150 ára føðingardag hjá Norðdepli

2016-07-10 20:30 Author image
Alda Nielsdóttir

- Skráin er ikki heilt liðug enn, men vit arbeiða við eini skrá. 

Tað sigur Sunneva Ludvig, kommunuskrivari í Hvannasunds Kommunu, við Dimmalætting. 

- Ætlanin er, at ymisk tiltøk skulu vera eina viku frammanundan sjálvum føðingardegnum, sum verður hildin 28. august, greiðir Sunneva Ludvig frá.

Sunneva Ludvig sigur, at talan er um nógv ymisk tiltøk, alt frá bókaútgávu til ymiskar framsýningar, og Zacharias Hammer, filmsframleiðari, ger eisini okkurt arbeiði fyri kommununa klárt til dagin. 

- Eitt kór, sum er mannað av bygdafólki úr Norðdepli venur eisini, sigur Sunneva Ludvig, sum leggur afturat, at skráin verður kunngjørd seinni. 

  

   

placeholder

Meira langlesnaður