Stórur norðurlendskur læruportalur letur upp

2016-05-18 13:01 Author image
Dimma

Fyrrapartin í dag læt Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, føroyska partin av nordeniskolen.org upp fyri almenninginum.

Læringsportalurin hevur virkað á teimum stóru norðurlendsku málunum í nøkur ár. Við stuðli frá grunninum Nordregio hevur tað nú verið gjørligt at fingið umfatandi portalin týddan til føroyskt, so at føroyskir skúlanæmingar eisini kunnu fáa gleði av nógva tilfarinum á sínum egna móðurmáli.

Tað er samstarvsfelagsskapurin hjá norrønu feløgunum, FNF (Foreningarna Nordens Förbund) sum hava ment portalin við fíggjarligum stuðli frá Norðurlendska ráðharraráðnum og ymsum norðurlendskum grunnum.

Høvuðsevnini á nordeniskolen.org eru Mál & Mentan og Veðurlag & Náttúra. 

Tilfarið undir Mál & Mentan tekur útgangsstøði í, at undirvísing í skandinavisku málunum norskum, donskum og svenskum hevur eina endurnýggjan fyri neyðini. Uppgávur og innihald eru ment og samansett við serligum atliti at málsligum didaktikki, ið m.a. setir talaða málið og lurtifatanina í miðdepilin. Hetta verður m.a. gjørt við filmum og livandi forteljingum.

Tilfarið undir Veðurlag og Náttúru setir fokus á evnini burðardygd, orkunýtslu og orkukeldur. Næmingarnir læra at samstarva við onnur ung í Norðurlondum um at finna burðardyggar loysnir, ið kunnu virka í gerandisdegnum heilt úr Grønlandi har norðuri til Finnlands har eysturi.

Á nordeniskolen.org er eisini møguleiki at finna og samstarva við norðurlendskar vinaflokkar, so at flokkarnir kunnu loysa uppgávur í felag.

Týðingin til føroyskt er gjørd í tøttum samstarvi við Norrøna Felagið í Føroyum.

placeholder

Meira langlesnaður