Manningarpartarnir á Norðingi møguliga í Gerðarrættin

2016-07-26 07:50 Author image
Sigmund Vang

Tað snýr seg millum annað um rættin til at luttaka í uppboðssøluni, sum fer fram í hesum døgum. Ein nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag hevur kært P/F Næraberg fyri Vørn og víst á, at Norðingur ikki heldur hýrisáttmálan við Fiskimannafelagið.

 Tað margháttliga við øllum er, at manningarparturin umborð á Norðingi byggir á manningarpartin, sum tað skip, ið Norðingur avloysti í flotanum, Slættaberg” hevði. Føroya Fiskimannafeag hevur líka síðani Slættaberg kom í flotan víst á, at manningarparturin átti at verið 27 prosent, og ikki 17,5 prosent, so sum hann hevur verið síðani Slættaberg kom í flotan í 2012. Samband hevur verið millum partarnar, men advokaturin hjá P/F Nærabergi sigur nú, at reiðaríið ikki hevði ta fatan, at nøkur ósemja var millum partarnar. Tá so nýtt skip kom fyri Slættaberg, nevniliga Norðingur, gjørdi Fiskimannafelagið vart við, at tað ikki kundi góðtaka býtsisprosentið.

 Advokaturin hjá P/F Nærabergi vísir á, at sáttmálin millum manningarfeløgini og limafeløgini hjá Føroya Reiðarafelag hevur ásetingar um, hvussu trætur verða loystar, og skal Fasti Gerðarrætturin nýtast, um partarnir ikki kunnu finna eina semju.

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður