Ferðslustýring í tunlarnar Norður um Fjall

2016-05-24 10:19 Author image
Sigmund Vang

Samanborið við aðrar smærri tunlar í landinum koyra lutfalsliga nógvir bilar um samdøgrið ígjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Um summarið velja nógv ferðafólk eisini at leggja leiðina norður eftir til Viðareiðis. Talan er um bæði vanligar persónbilar, men eisini um nógva tunga ferðslu so sum bussar, kampingvognar og lastbilar. Smølu, einbreytaðu og lágu tunlarnir eru ikki tíðarhóskandi, og ferðslan verður tí ofta tarnað av ferðslutøppum inni í tunlunum, tá størri mótkoyrandi akfør møtast. Hetta hevur elvt til stóra ónøgd og ótryggleika hjá teimum ferðandi í økinum.


Landsverk bjóðar fyribilsloysn

Fyri at betra um trygdina og framkomuleikan í verandi tunlum, hevur Landsverk víst á eina fyribilsloysn, ið kann forða fyri trupulleikanum við ferðslutøppum í tunlunum. Talan er um eina ferðslustýringarskipan, ið kann stýra tungum akførum soleiðis, at tey ikki eru til ampa fyri vanligu ferðsluna í tunlunum.
Í hesi vikuni verður hendan ferðslustýringarskipanin til tunlarnar Norður um Fjall royndarkoyrd. Fimm elektronisk ferðsluskeltir eru sett upp við tunnilsmunnarnar. Skipanin virkar soleiðis, at øll tung akfør verða skrásett so skjótt, tey nærkast tunlinum. Er ein lastbilur ella til dømis ein kampingvognur farin inn í tunnilin, lýsa elektronisku skeltini uttan fyri tunnilin beinanvegin og ávara onnur stór akfør um at steðga, til skeltið slóknar. Skipanin loyvir i mesta lagi tveimum tungum akførum at koyra samstundis inn í tunnilin sama veg. So skjótt skipanin virkar, sum hon skal, verður hon tikin alment í nýtslu.

 

Kelda: Landsverk.fo

 

 

placeholder

Meira langlesnaður