Norðurkorea hevur tikið samband við Suðurkorea

Mynd: CNN.com. Ein suðurkoreanskur embætismaður samskiftir við Norðurkorea.

Norðurkorea hevur tikið samband við Suðurkorea

2018-01-03 12:54 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Ein beinleiðis linja millum Norðurkorea og Suðurkorea, var fyrr nýtt til at kjakast um ymisk diplomatisk viðurskifti millum londini. Men linjan hevur staðið órørd seinastu tvey árini. Seinastu árini hevur tónin millum Norður- og Suðurkorea borið dám av illvilja og fíggindaskapi. Men í dag bleiv linjan tikin í nýtslu aftur í 20 minuttir. Ymsir útlenskir miðlar, millum annað CNN, kalla hetta eitt "diplomatiskt gjøgnumbrot".

Uppkallið, ikki vardi meira enn umleið 20 minuttir, var fyrst og fremst fyri at kanna sambandið á linjuni. CNN skrivar, at eftir ætlan vil Kim Jong-un taka meiri samband við Suðurkorea í næstum, fyri at boða frá, at hann vónar at Norðurkorea kann senda luttakarar til vetrar-Olympisku Leikirnir, ið skulu haldast um ein mánaða í Suðurkorea.

Uppkallið bleiv gjørt, bert fáar tímar eftir, at Donald Trump tweetaði um hvør av teimum báðum statsleiðarunum hevði tann størsta kjarnorkuknappin.

placeholder

Meira langlesnaður