Norðurkorea nýtir kastvápn yvir Japan

Mynd: epa.eu

Norðurkorea nýtir kastvápn yvir Japan

2017-08-29 12:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Norðurkorea lat ballistisk kastvápn flúgva uppiyvir japansku oynni, Hokkaido, tíðliga í morgun. Tað skrivar BBC. 
Norðurkorea hevur nú í eina tíð hótt við álopum av ymsum slag, m.a. eitt kastvápnsálop móti amerikonsku stillahavsoynni, Guam. Hendan hóttanin fekk amerikanska forsetan, Donald Trump, at hótta aftur við "fire and fury" (fø. "eldi og vreiði"). Sostatt eru nógvir spenningar millum USA og Norðurkorea í løtuni.

Sambært BBC hevur amerikanski og japanski herurin havt ymsar venjingar og virksemi saman seinastu tíðina, og eisini hevur ein stór hernaðaratgerð verið í gongd í Suðurkorea, har amerikanski herurin eisini er uppi í. Norðurkorea óttast sostatt eina møguliga innrás, og tað, meta serfrøðingar, kann vera orsøkin til kastvopnsatsóknina í morgun.

Japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, rópar álopið fyri "eina óhoyrda hóttan mótvegis landinum". 
Trygdarráðið hjá ST hevur kallað inn til bráðfeingis fund í sambandi við álopið.

Meira langlesnaður