Nýggjur prosjektleiðari í Norðurlandahúsinum

2017-03-09 10:33 Author image
Dimma

15. mars 2017 fær Norðurlandahúsið nýggjan projektleiðara, sum eitur  Birna Jacobsen.

Birna Jacobsen er 45 ára gomul, hevur masterprógv í Upplivingarleiðslu frá RUC og er akademiøkonomur í ferðavinnu.

Umframt hetta hevur Birna Jacobsen nógvar starvsroyndir, t.d. sum fundar- og ráðstevnusamskipari hjá GreenGate Incoming, sølu- og marknaðarleiðari hjá Hotel Hafnia og Hotel Føroyum og projektleiðari hjá Vestnorden Travel Mart.

Birna Jacobsen fer tey næstu árini at arbeiða sum 1 av 4 projektleiðarum í Norðurlandahúsinum. Starvið er tíðaravmarkað við 4 árum, og møguleiki er at halda fram í starvinum, tó í mesta lagi 8 ár.

Høvuðusuppgávurnar hjá Birnu Jacobsen vera, at menna Norðurlandahúsið, sum eitt avbera gott fundar- og ráðstevnustað og at arbeiða í tøttum samstarvi við tey ymisku virkandi innan ferðavinnu í Føroyum.

Norðurlandahúsið í Føroyum er ein mentanarstovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Í húsinum eru 13 fólk í føstum starvi og 2 starvsnæmingar.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður