Eva, Liam og Lukas best umtóktu nøvnini

2016-08-04 08:30 Author image
Sigmund Vang

Hyggja vit at, hvørji nøvn vórðu mest brúkt í fjør, tá foreldur góvu børn sínum nøvn, skulu vit eitt sindur niður á listan fyri at finna tey mest vanligu, so sum Maria og Jógvan. Tó so, so eru tey siðbundnu nøvnini framvegis væl umtókt. Í fjør fingu fýra gentur navnið Maria og seks dreingir navnið Jógvan.

Ovast á listunum eru hjá gentum Eva. 10 gentur fingu hetta navn í 2015. Hjá dreingjum vóru tvey nøvn eins væl umtókt. Átta dreingir fingu navnið Liam, sum er sama tal, sum fekk navnið Lukas.


Top 5 sá soleiðis út í fjør:


Gentur

Eva, 10

Ester, 6

Mia, 6

Hanna, 5

Ronja, 5


Dreingir (top 6 – Jógvan og Magnus líka tal)

Liam, 8

Lukas, 8

Jónas, 7

Mattias, 7

Jógvan, 6

Magnus, 6

Kelda: Hagtalsgrunnurin

placeholder

Meira langlesnaður