Nú ber til at melda seg til ólavsøkurenningina

2016-07-25 16:16 Author image
Jákup Højgaard

Aftur í ár verður ólavsøkurenningin hjá Bragdinum. Runnið verður frá Skálatrøð út á Bakka.

Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km og børnini renna frá 430 metrum til 1,3 km, alt eftir hvørjum aldursbólki tey eru í.  

Tilmeldingin til ólavsøkurenningina er opna og sambært fyriskiparunum, loysir tað seg best at melda til áðrenn seinastu freist 26. juli klokkan 18. Til ber eisini at melda til á staðnum, men tá er lutøkuprísurin hægri.

Startnummurini skulu heintast í Skeiva pakkhúsið á Høgu kai frá kl. 16.00-17.3. Renningin byrjar kl. 18.00 og fyrsti bólkurin hjá børnunum skal eftir ætlan byrja kl. 18.40.

Um viðrar verða heiðurmerkini handaði uttandura, men møguleiki er eisini at fara inn í Skeiva pakkhús, um veðrið ikki skikkar sær.

Tilmelding fer fram á bragdid.fo ella á renn.fo

placeholder

Meira langlesnaður