Nú er næstan frítt spæl hjá útlendingum

Nú er næstan frítt spæl hjá útlendingum

2017-07-21 19:20 Author image
Georg L. Petersen

Nýggja fiskivinnulógin nærkast, og tær fyrstu ábendingarnar um, hvussu fer at verða, síggjast longu nú. Skip, sum ikki høvdu loyvi at fiska, verða nú leigaði aftur og fram, so útlendska ávirkan kann dyljast, og nú veiðiloyvini eru um at fara í søguna, verður frítt slag.

Í 2015 skifti skipið Atlantsfarið eigara, og fekk navnið Norðhavið. Men um sama mundi misti skipið eisini øll rættindi at fiska í føroyskum sjógvi, tí tað varð staðfest, at veruligi avgerðarrætturin lá í Hollandi og ikki í Føroyum, sum lógin krevur.

Men tað finst ein útvegur fyri øllum – fyri Norðhavið var útvegurin at leiga skipið víðari til eitt føroyskt felag, sum átti eitt veiðiloyvi, men undir so serligum treytum, at handilin neyvan er reellur. Hollendingar hava júst líka nógva ávirkan á skipið sum áður – og tá uppboðssøla verður í næstum, kann skipið leigast øllum sum hava hug, tí tá krevst einki veiðiloyvi. Við øðrum orðum verður púra frítt spæl hjá útlendingum, tí Vørn longu einaferð hevur góðtikið, at við útleigan fylgja so at siga ongar treytir.

(Brot úr longri grein í Dimmalætting hesaferð)

placeholder

Meira langlesnaður