Nú er nýggja rottukunngerðin lýst

Nú er nýggja rottukunngerðin lýst

2017-11-18 15:44 Author image
Leif Láadal

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur lýst nýggja kunngerð um at fyribyrgja og og týna rottu. Kunngerðin, sum varð lýst í gjár og fær gildi um ársskifti. Kunngerðin avloysir gomlu kunngerðina frá 1962.

Tað upplýsir Heilsu- og innlendismálaráðið í skrivi sent miðlunum.

- Endamálið við kunngerðini er m.a. at skipa fyribyrgingina betur á oyggjunum, har eingin rotta er.

Til tess verða praktisku og umsitingarligu uppgávurnar hjá kommunustýrinum í sambandi við rottutýning nágreinaðar. Somuleiðis skal betri innlit fáast til vega um rottustøðuna. Krøv verða sett til fráboðan, at  tá tú sært rottu, hevur tú skyldu til at fráboða hetta til kommununa, og krøv verða sett til skyldu hjá kommununi at skráseta rottufráboðan, sigur ráðið..   

Við kunngerðini fær landsmyndugleikin eisini heimild til at leggja til rættis eina samskipaða rottutýning tvørtur um kommunu- og býarmørk í bygdum og óbygdum øki.


Kelda og lesið meira HER

 

 

placeholder

Meira langlesnaður