Nú kemur barnatannrøktin til Sandoyar

2016-08-16 18:00 Author image
Dimma

Kommunurnar í Sandoynni vendu sær fyrr í ár til Tórshavnar kommunu um at fáa í lag samstarvsavtalu um barnatannrøkt og sertannlæknaviðgerðir. Kommunurnar hava lógarskyldu at veita ókeypis barnatannrøkt og sertannlæknaviðgerðir til børn og ung upp í 17 ár.

Býráðið samtykti fyri summarið uppskot til avtalu við Sandoyar Skúlasamband. Í dag varð avtalan undirskrivað av Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Poul Klementsen, formanni í Sandoyar Skúlasambandi, sum hevur barnatannrøktina í Sandoynni um hendi.

Í Sandoynni eru um 300 børn, og við avtaluni verður tað Tannlæknastovan í Havn, sum fer at standa fyri tannrøktini. Vanliga tannrøktin fer í høvuðsheitum fram í tannlækastovuni í Meginskúlanum á Sandi, meðan sertannlækaviðgerðirnar fara fram í sertannlæknastovuni í Skúlanum á Løgmannabreyt.

Ávísar dagføringar verða nú gjørdar í tannlæknastovuni í Meginskúlanum, eins og aðrar fyrireikingar skulu gerast, áðrenn dagliga virksemið byrjar. Um stutta tíð fáa børn og foreldur nærri kunning um nýggju skipanina.

 

placeholder

Meira langlesnaður