Nú koppseta føroyskar gentur seg aftur

2016-06-28 14:38 Author image
Jákup Højgaard

- Hetta eru so rá tøl, at tað er ringt at siga fyri vist, men útfrá hesum sær betur út í ár, sigur Janus Vang, stjóri á granskarasetrinum INOVA, um nýggjasta yvirlitið yvir, hvussu nógvar føroyskar gentur hava tikið av HPV-koppingartilboðnum. 

Í nýggjum yvirliti hjá Landsapotekaranum, sum Dimma.fo hevur fingið, sæst, at nýtslan av HPV-koppseting vaks og var í hæddini í 2013, tá ið tilsamans 2.970 skamtanir vóru givnar. Hesi tølini eru eitt sindur ring at samanbera við heldur Janus Vang, tí tey vísa ikki hvørjum aldursbólki genturnar eru í. 

- Tann stóri spurningurin er, hvussu nógvar 12 ára gamlar gentur taka av tilboðinum. Sambært Hagstovuni blivu umleið 340 gentur føddar í Føroyum í 2003, og um man samanber tey tølini skuldu tey ligið á 680 um árið, av tí at tvær sproytur verða givnar. Um hesi tølini passa so liggur 2016 næstan uppi á 100 prosentum um tað heldur fram árið út, sigur hann. 

Tó heldur hann, at tølini fyri undanfarnu árini liggja alt ov langt niðri.

- Krabbamein er ein so mikið álvarslig sjúka, og tað at lívmóðurhálskrabbi ofta rakar ungar gentur fær heilt ávarsligar avleiðingar - bæði tí hann kostar lív, men eisini tí hann ávirkar góðskuna hjá teimum, ið yvirliva.

Mett verður í Danmark, at koppingarevnið hevur bjargað umleið 270 lívum síðan 2009, tá koppingarevnið kom undir barnakoppingaskipanina. 

Kjakið um hjáárin av HPV-kopsetingini tók dik á seg í 2013 og alsamt fleiri valdu koppingarevnið frá. Hetta sæst eisini aftur á føroysku tølunum frá Landsapotekaranum, sum fullu frá 2970 skamtanum í 2013, niður á 907 í 2015 og heilt niður á 399 í 2015.

- Tað vísindaliga kjakið um HPV hjáárin er farið, sigur hann og sipar til nýggjastu kanningina, ið kom út í juni 2016, har 11 danskir læknar frídøma HPV-koppsetingina fyri álvarslig hjáárin (sí meira her).

Tó heldur hann at tær, sum hava hesi sokallaðu hjáárinini skulu takast í álvara, so at tær kunnu fáa ta røttu diagnosuna og hareftir røttu viðgerð. 

- Hjáárinini koma ikki harfrá, men tað er ringt at skifta meining hjá fólki og fáa tey at lurta eftir vísindaligum viðmælum, tá tey longu eru blivin bangin.

At tølini fyri hálvárið 2016 síggja betur út enn undanfarnu árini, heldur hann verða gleðiligt, men skulu framvegis lesast við fyrivarni, tá man enn ikki veit, hvussu nógvar av teimum 12 ára gomlu gentunum taka av tilboðnum.

- Tað má gerast klárt, at samanhangurin millum hjáárin og koppingarevnið ferð aftaná ferð eru avvíst og at betri kunning má út, fyri at fáa fólk at velja at koppseta døtur teirra, sigur Janus Vang.

Les meira um yvirliti frá Landsapotekaranum her

placeholder

Meira langlesnaður