Nú skal svartkjafturin seljast

2016-08-29 15:30 Author image
Dimma

Fyrr í summar vóru royndaruppboðssølurnar av makreli, norðhavssild og botnfiski avgreiddar. Nú boðar Fiskimálaráðið frá, nær og hvussu sølan av svartkjaftinum fer fram.

Svartkjafturin verður seldur í fýra umførum; tvær uppboðssølur vera opnar og tvær verða afturlatnar.

Opnu uppboðssølurnar fara fram 5. og 12. september, har 5.000 tons av svartkjafti verða seld hvørja ferð. Tað er Fiskamarknaður Føroya, ið stendur fyri opnu uppboðssøluni.

Vørn stendur fyri afturlatnu uppboðssøluni, har tað somuleiðis verða seld 5.000 tons av svartkjafti tvær ferðir. Seinasta freist at lata inn boð er ávikavist 8. og 15. september.

placeholder

Meira langlesnaður