Nú tykist ávirkanin at hómast

Nú tykist ávirkanin at hómast

2017-06-30 15:47 Author image
Georg L. Petersen

Fiskivinnunýskipanin er á veg, og okkara politikarar sleppa ikki í summarfrí fyribils – og eftir øllum at døma er málið við fiskivinnunýskipanini nógv størri enn nakar hevði givið sær far um, nú útlendskir politikarar, enntá tann hollendski forsætisráðharrin og íslendski uttanríkisráðharrin, royna at ávirka føroyska lóggávu.

Hetta kom púra óvart á. Vit hava leingi vitað, at sterk útlendsk áhugamál vóru í føroysku fiskivinnuni, men tað er ongantíð vorðið heilt greitt, hvussu stór hon var. Føroyskir reiðarar, sum hava verið í samstarvi við útlendingar, hava bara borið fram, at allar avgerðir verða tiknar í Føroyum og at møguligur vinningur ikki bara verður kanaliseraður av landinum til útlendsku áhugamálini.

Nú allur tann útlendski ognarskapurin skal hvørva innan nøkur ár, tykist sum at veruleikin ikki er so einfaldur, sum hann hevur verið gjørdur til, men at útlendingar munnu hava munandi størri ávirkan enn vit nakrantíð hava givið okkum far um – og so eiga allar alarmklokkur at ringja.

Hví ringir sjálvur tann hollendski forsætisráðharrin til løgmann? Tað ljóðar fultkomuliga burturvið. Tað er skiljandi um hann ringir til ein annan stjórnarleiðara, um tað snýr seg um milliardaavtalur ella uttanríkispolitikk – tá kann hann ringja til Putin ella Trump, men hann velur í hesum føri at ringja til løgmann vegna eitt felag, sum samstarvar við JFK.

Og so hótta íslendingar við Hoyvíkssáttmálanum, sum helst man vera ein tann vánaligasta avtalan Føroyar nakrantíð hava gjørt og kann vísa seg at verða ein ólukka. Fríhandilsavtalan inniber, at íslendskar vørur floyma inn yvir føroyska marknaðin, meðan so at siga einki sleppur hinvegin. Og nú vit royna at fáa ræði á okkara egnu høvuðsvinnu, spenna íslendingar bringuna og hótta við bál og brandi – neyðarsligt.

Samstundis er ógvusligt lobby-virksemi farið í gongd, har ringt verður til allar teir føroysku politikararnar. So er bara at vóna, at teir ikki hokna undir trýstinum og gerast marionetdukkur hjá útlendskum kapitali. Hetta mugu vit klára sjálvi. Vit megnaðu at standa ímóti ES og handilsstongslinum, og tá stóð øll tann politiska skipanin saman – vónandi ger hon tað eisini hesaferð.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður