Umhvørvisstovan hevur sett tveir nýggjar deildarleiðarar

2016-08-15 09:06 Author image
Dimma

Orka er nýggj deild á Umhvørvisstovuni, og varð flutt hagar um ársskiftið. Kári M. Mortensen er settur í starv sum leiðari á deildini Orka. Kári er útbúgvin cand. scient. í biokemi og matematik.  Hann hevur drúgvar royndir innan orkuøkið og hevur síðani 2007 verið ráðgevi í orkumálum á Jarðfeingi. Síðani málsøkið um árskiftið varð flutt á Umhvørvisstovuna, hevur hann verið virkandi leiðari á deildini.

Skógrøkt Landsins liggur somuleiðis undir Umhvørvisstovuni. Michael K. Jacobæus er settur í starv sum leiðari á Skógrøkt fyribils til 31. august 2017. Michael er garðyrkisfrøðingur. Hann hevur drúgvar royndur innan gartnarayrkið sum leiðari í fyritøku og í arbeiði m.a. á Skógrøktini.

Seinastu mongu árini hevur Michael arbeitt hjá Tórshavnar kommunu, har hann hevur varðað av grønu økjunum, fyrst sum býargartnari, og nú í 10 ár á plandeildini.

placeholder

Meira langlesnaður