Nýggj el- og trygdarskipan í Sumbiartunnilin

Mynd: Landsverk.fo

Nýggj el- og trygdarskipan í Sumbiartunnilin

2017-06-21 14:17 Author image
Leif Láadal

Landsverk og El-Service hava skrivað undir sínamillum sáttmála til veiting av nýggjari el-og trygdarskipan í Sumbiartunlinum.

Landsverk upplýsir, at avtalan fevnir um at seta upp ljós og trygdarútgerð í Sumbiartunlinum, sum fer at vera á sama støði sum í Viðareiðistunlinum. Tað vil siga við ljósi, neyðljósi, trygdarskápum við telefonum og eldsløkkjarum, CO- og NO-mátarar (til mátingar av vandamiklum gassum úr akførum), vakmyndatólum, stoppljósum og bummum. Harumframt verður sett upp ein sonevnd SRO-skipan, ið er ein trygdarskipan, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá politinum umvegis alarm og sjálvvirkandi steinging av tunlinum.
Trygdaarbeiðið í Sumbiartunlinum verður gjørt í byggistigum yvir nøkur ár, og tíðarætlanin er treytað av, í hvønn mun játtan verður á fíggjarlógini til uppgávuna. Til arbeiðið verða í ár nýttar 1,0 miljón krónur, ið fara til at gera teknikkhús og fáa lagt inn streym í tunlinum til fartelefonskipanina, sum Føroya Tele fer at seta upp í ár.

Kelda: landsverk.fo

placeholder

Meira langlesnaður