Nýggj gransking: Virksemi og felagsskapur gevur betri sálarliga heilsu

Nýggj gransking: Virksemi og felagsskapur gevur betri sálarliga heilsu

Sálarlig heilsa er nakað vit skapa í felag, og tí er góð orsøk til at hugbinda seg í virknum felagsskapum

2017-12-22 11:33 Author image
Fólkaheilsuráðið

Sannlíkindini fyri at hava góða sálarliga heilsu økjast, tess meira virkin ein er, tess oftari ein hugbindur seg í virksemi og felagsskapum, og tess oftari ein ger nakað fyri onnur. Sálarlig heilsa er nakað vit skapa í felag, og tí er góð orsøk til at hugbinda seg í virknum felagsskapum.

Nýggj gransking frá eini kanning millum 3500 danir vísir, at fólk, ið gera eitthvørt virkið, meiningsfult og eru saman við øðrum um hetta, hava upp til fýra ferðir hægri sannlíkindi fyri at hava eina góða sálarliga heilsu. Tað vísa partvís úrslit frá spurnakanningini ”Danskernes Trivsel” hjá Statens Institut for Folkesundhed, sum danska ætlanin ”ABC for mental sundhed” stendur handan. Arbeitt verður við hesi ætlan bæði í Avstralia, Danmark, Føroyum og Norra og er tað í Føroyum Fólkaheilsuráðið, ið hevur ábyrgd fyri verkætlanini, ið í Føroyum eitur ABC fyri sálarliga heilsu.

Úrslitini í donsku kanningini vísa á, at tað ber til at venja og styrkja sálarligu heilsuna, á sama hátt sum likamligu heilsuna. Kanningin er deild upp í spurningar, ið snúgva seg um at gera nakað virkið, nakað saman og nakað meiningsfult, sum vit í føroysku verkætlanini nevna “ver virkin, ver saman og ver hugbundin”.

Felagsskapur hevur alstóran týdning

Úrslitini vísa, at felagsskapur hevur stóran týdning fyri sálarligu heilsuna. Um ein til dømis er partur av einum felagi, bólki ella organisatión, og er virkin í hesum hvørja viku, so er 75% størri møguleiki fyri, at ein hevur góða sálarliga heilsu, samanborið við, um ein ikki er partur av einum felagi, bólki ella organisatión.

Hugbinding og hjálpsemi er vegurin fram

Eisini vísir kanningin at tað eru tvær til tríggjar ferðir størri sannlíkindi fyri góðari sálarligari heilsu, um ein er uppií onkrum, ið bjóðar einum av, arbeiðir fyri einum týdningarmiklum málið, arbeiðir sum sjálvboðin ella hjálpir onkrum á annan hátt.

Um ein hjálpir øðrum eina ella tvær ferðir um mánaðin, so er 40% størri møguleiki fyri, at ein hevur góða sálarliga heilsu samanborið við, um ein ikki hjálpir øðrum. Um ein hjálpir øðrum minst einaferð um vikuna, so er meira enn tvær ferðir so stór (90%) sannlíkindi fyri góðari sálarligari heilsu. Hetta merkir ikki, at neyðugt er at gera ov nógv burturúr, við at regluliga gera reint fyri onnur ella hjálpa vinunum at umvæla húsini hvørt vikuskifti. Hjálpsemi í tí smáa, so sum at práta við ein í familjuni, ið hevur tørv á tí, ella fara eftir postinum fyri ein eldri granna, hevur eisini týdning. Vit kunnu hjálpa øðrum á alskyns mátar. ABC fyri sálarliga heilsu – bæði í Føroyum og Danmark, arbeiðir fyri at skapa røttu karmar og bestu treytir fyri at halda fólk sálarliga væl fyri, og her er ein týðandi táttur altso at hjálpa øðrum.

Úrslitini hava ein jaligan boðskap

Úrslitini frá ymiskum kanningum innan sálarliga heilsu hava ofta ein neiligan boðskap, ið vísir á hvat vit ikki skulu gera og hvat vit skulu fara uttanum. Í hesi kanning er boðskapurin heldur øðrvísi:

“Tað er deiligt at kunna almannakunngera úrslitini av eini kanning, sum enduliga  hevur ein so jaligan boðskap: Vegurin til sálarliga heilsu verður slóðaður við at gera tað, sum fyri tann einstaka gevur gleði og innihald í lívinum, og við at vera nakað fyri hvør annan. Jaligir felagsskapir og virksemi økir í týðiligan mun okkara sálarligu heilsu og minkar samstundis um vandan fyri sosialari avbyrging og einsemi – og so eru góð sosial netverk verjandi móti strongd, angist og tunglyndi” sigur ein av samstarvsfeløgunum hjá Fólkaheilsuráðnum, Vibeke Koushede, ið er granskari og serfrøðingur innan sálarliga heilsufremjan hjá Statens Institut for Folkesundhed, og verkætlanarleiðari fyri ABC fyri sálarliga heilsu í Danmark.  

Í Føroyum hava vit arbeitt við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu í skjótt eitt ár. Meira vitan um føroysku verkætlanina fæst her: http://www.folkaheilsa.fo//abc+fyri+salarligari+heilsu.html

Kelda: www.abcmentalsundhed.dk

(Lesið meira undir myndini)

Kunning um ABC fyri

sálarliga heilsu

Hvat er ABC fyri sálarliga heilsu?

ABC fyri sálarliga heilsu er ein heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at verja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Sálarlig heilsa er alt tað, ið ger lívið vert at liva, og tað hevur eins stóran týdning, at vit styrkja okkara sálarligu heilsu eins og okkara likamligu heilsu.

ABC ætlanin hevur eina einfalda leiðbeining, sum vit kunnu taka til okkum fyri at styrkja okkara sálarligu heilsu. Ætlanin hevur í sær ráð, sum vit møguliga ikki fáa raðfest, hava orku til í gerandisdegnum, ella sum vit longu kenna, men hava gloymt.

Við at vera virkin, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt, ið gevur meining fyri einstaklingin, kunnu vit styrkja og bøta um okkara sálarligu heilsu. Hetta er av stórum týdningi fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum. ABC fyri sálarliga heilsu er fyrsta granskingargrundaða átakið, sum er fyri øll. Sálarlig heilsa fær við hesum átakinum ein nýggjan og jaligan dent, ið varpar ljós á at vera virkin á ymiskan hátt og snýr seg um at fremja trivnað og styrkja okkum sum menniskju. ABC fyri sálarliga heilsu er merkt av nýhugsan og bjóðar verandi fokus á vandabólkar og serliga viðkvom av, tí sálarlig heilsa er umráðandi fyri okkum øll.

Eins og látur kann vera smittandi, kann trivnaður vera smittandi. Bæði størri og smærri virksemi í gerandisdegnum kann vera við til at styrkja sálarligu heilsuna hjá okkum sjálvum og øðrum, og á henda hátt kann okkara virksemi vera við til at gera mun fyri bæði okkum sjálvi og okkara nærumhvørvi.

ABC-ætlanin er við til at skapa karmarnar fyri at einstaklingurin kann fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum við ymiskum felagsskapum, virksemi og átøkum, ið geva meining, og sum er fyri øll.

Tað eru tríggir boðskapir, ið ABC fyri sálarliga heilsu stendur fyri, og sum vit kunnu velja at fylgja:

A) VER VIRKIN

B) VER SAMAN

C) VER HUGBUNDIN

 

A) VER VIRKIN

Tú kanst vera virkin á sera ymiskan hátt og á ymiskum støði.

Tú kanst vera likamliga virkin, tá tú gongur ein túr, íðkar ítrótt, arbeiðir í urtagarðinum, ella fert upp á gólv.

Tú kanst vera sosialt virkin,  tá tú ert saman við familju og vinum, tosar við grannan, ert í bindiklubbi, syngur í kóri ella gerst limur í einum felag.

Tú kanst vera sálarliga virkin, tá tú hugsavnar teg um okkurt; lesur eina bók, telvar, loysir krossorð ella bøtir einar holutar buksur.

Tú kanst vera andaliga virkin, tá tú finnur frið og ert burtur í onkrum; gongur ein túr í haganum, gert joga ella mindfullness, ert til gudstænastu, ella tosar við ein vin um lívsins stóru spurningar.

B) VER SAMAN

Tað hevur týdning fyri okkara sálarligu heilsu, at vit eru saman við øðrum og partur av ymiskum felagsskapum, tí tað gevur okkum kensluna av at hoyra til. Sosial sambond sum familja, vinir, starvsfelagar, grannar okkara og at vera uppií ymiskum bólkum, eru dømi um ymiskir felagsskapir. Okkara samleiki og sjálvsvirði verður stimbrað, tá vit eru partur av ymiskum felagsskapi, ið bæði kann vera lítlir ella stórir bólkar, í nærumhvørvinum, runt í landinum ella í altjóða bólkum. Vit kunnu vera partur av einum matklubba, innandura fótbóltsliði við vinum, einum tónleikabólki ella bókaklubba.

 

C) VER HUGBUNDIN

At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga. Tú kanst gera sjálvboðið arbeiði, geva tær sjálvum eina avbjóðing, læra okkurt nýtt ella loysa eina uppgávu. Tá tú ert virkin í virksemi, ið gevur meining fyri teg, fær lívið innihald og tú fært eina kenslu av endamálið við lívinum. Títt sjálvsvirði og sjálvsálit verður stimbrað, tá tú verður stoltur av tí, sum tú ert virkin í. Tað nýtist ikki at vera eitt bragd av einum avriki, men kann eins væl vera at baka eina góða kaku, umvæla eina leiku ella ein bát, klára teg væl í tínum starvi ella at hjálpa tínum granna við onkrum. Tess meiri vit eru virkin í eini verkætlan, bólki, áhugamáli ella øðrum, tess størri sjálvsvirði og lívsgleði fáa vit. Tá vit gera okkurt gott fyri onnur ella hjálpa teimum, ið hava tað torført, fáa vit eina kenslu av innihaldi og meining í lívinum, og tað kann vera við til at fremja bæði sálarligu heilsuna hjá okkum sjálvum og øðrum.

At vera virkin, partur av einum felagsskapi og hava eina kenslu av innihaldi og endamáli við lívinum, er við til at skapa gleði og fremja sálarligu heilsuna hjá okkum. 

 

ABC samstarvsfelagar

Við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu vilja vit fremja sálarligu heilsuna hjá føroyingum. Ein týdningarmikil liður í hesum arbeiði snýr seg um at skapa góðar karmar fyri sálarliga heilsufremjandi virksemi, og at skapa góðar møguleikar fyri at gerast partur av sosialum felagsskapi í nærumhvørvinum. 

Vit samstarva við ymisk feløg, stovnar og kommunur, tí í felag eru vit við til skapa betri møguleika fyri at føroyingar kunnu styrkja sálarligu heilsuna. Fólkaheilsuráðið hevur ábyrgdina fyri at leiða og samskipa verkætlanina, og samstarvsfelagnir arbeiða við verkætlanini eftir sínum tørvi, og eru við til at menna og seta sín dám á verkætlanina. Soleiðis verður ABC fyri sálarliga heilsu ment og tillagað í nærumhvørvinum, har arbeitt verður við verkætlanini í praksis. 

ABC toymið telur nú 17 samstarvsfelagar: 

Klaksvíkar kommuna, Sunda kommuna, Tórshavnar kommuna, Vága Kommuna, Vágs kommuna, Sinnisbati, Gigni, SSP, Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur Føroya, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, Samkoman Lívdin, Føroya Skótaráð, Almannaverkið, Ítróttar Samband Føroya, Parasport Føroyar og Kommunufelagið.

Meira langlesnaður