Nýggj myndabók: Ágóðin fer til leguhús

Nýggj myndabók: Ágóðin fer til leguhús

2017-06-17 17:28 Author image
Innsent

Forlagið Fjallamyndir gav í 2015 út myndabókina ”Kom upp á fjallatind” Tann bókin hevði myndir frá fjallatúrurm úr øllum 18 oyggjunum, sum eisini heitið á bókini sipaði til.

Sum framhald av henni er nú onnur bókin á veg, við heitinum “Tú alfagra land mítt”. Hendan nýggja bókin, hevur eins og tann fyrra myndir frá øllum 18 oyggjunum. Hon hevur ikki bert fjallamyndir men eisini myndir frá forvintnisligum støðum fram við sjóvarmálanum.

Myndirnar eru skipaðar í túrar og avmerktar á einum korti, sum vísir longdina á túrinum og um túrurin er lættur ella brattur. Stutt frágreiðing er eisini fyri hvønn túr á føroyskum og enskum.

Tað er, eins og fyrra bókin, Finleif Mortensen sum hevur tikið myndirnar sum hann hevur gjørt á teimum mongu túrunum í føroysku nattúruni.

Fyri at markera útgávuna vil forlagið gera nakað serligt burtur úr í Perluni, Tórsgøtu 3, týskvøldið 13. juni har greitt verður frá tilgongdini til bókina við orðum og myndum. Á framløgukvøldinum framførir Tórfríð Tavsen nakrar sangir. Kaffi og køkur verða eisini at fáa.

Umframt bøkurnar gevur forlagið eisini út myndakalendaran “A view from the top” og fer allur ágóðin av bókini og kalendaranum til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.

Meira langlesnaður