Karl Birgir Isaksen og Lars Bonde í nevndina

2016-05-27 12:44 Author image
Sigmund Vang

Tryggingarfelagið Føroyar hevur í dag havt eykaaðalfund. Á skrá var val av nevndarlimum. Í nevndina komu Karl Birgir Isaksen og Lars Bonde. Úr nevndini fóru Gunnar í Liða og Jákup Egholm Hansen.

Karl Birgir Isaksen er nevndarlimur í TF Holding, stjóri og eigari í KBI. Lars Bonde er samtaksstjóri hjá Tryg og stjóri fyri Tryg í Danmark.  

Í nevndini sita hesir nevndarlimir: Ingeborg Godtfred, Karl Birgir Isaksen, Lars Bonde, Ingunn Eiriksdóttir og Teitur Samuelsen, sum eru aðalfundarvald og John Eystberg, Selinda í Heiðunum og Sonni L. Petersen, sum eru starvsfólkavald.

Nevndin skipar seg í næstum, verður sagt í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður