Nýggj undirvísingarbók til útlendingar

2016-07-01 09:50 Author image
Jákup Højgaard

Nýggj undirvísingarbók fyri útlendingar er komin út. Tað er Bergljót á Skarði, sum hevur skrivað bókina VÆLKOMIN. Føroyskt sum fremmandamál -byrjunarstig og Ungu Føroyar hevur givið út. 

Bókin er ein byrjunarbók til nýkomnar útlendingar við smáðum tekstum, uppgávum, mállæru og myndum. Hon er skriva so at eisini fólk, ið ikki eru so køn í enskum fáa arbeitt við. 

Bókin er gjørd í samband við undirvísingina á Tórshavnar kvøldskúla, og forlagið Ungu Føroyar vónar at gera eina bók til framhaldsskeið í føroyskum fyri útlendingar.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður