Nýggja bryggju í Vík

Nýggja bryggju í Vík

2017-07-17 16:55 Author image
Leif Láadal

Sunda kommuna upplýsir, at sáttmáli er undirskrivaður við sp/f Jóan Petur Vang, byggimeistara, um ger av nýggjari betong- og timburbryggju í Haldórsvík.

- Verandi bryggja er gomul og illa slitin og hóskar ikki til tað virksemið, sum er á økinum í dag. Arbeiðið at burturbeina ta gomlu bryggjuna og gera nýggja bryggju kostar tvær milliónir krónur, sigur kommunan.

Arbeiðið fer í gongd beinanvegin og verður liðugt 1. november 2017. 

placeholder

Meira langlesnaður