Nýggja havrannsóknarskipið fer at kosta 308 milliónir krónur

Mynd: hav.fo

Nýggja havrannsóknarskipið fer at kosta 308 milliónir krónur

2017-08-24 11:43 Author image
Leif Láadal

Í uppskotinum til eykajáttanarlóg fyri august, sum skal til 1. viðgerð í løgtinginum fríggjadagin, sæst at samlaði kostnaðurin fyri nýggja havrannsóknarskipið, sum MEST skal byggja fyri landið, verður 307,6 milliónir krónur.

Sambært løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996, kann løgtingið lata føroyskum skipa- og bátasmiðjum 8% av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging av flótandi eindum. Hesin skipasmiðjustuðul hevur verið latin, síðan lógin varð samtykt. Havrannsóknarskipið hevur tí ein kostnað, ið er býttur í tvey: Eina løgujáttan og eina skipastuðulsjáttan, tí skipið verður bygt í Føroyum. Samanlagdi kostnaðurin er tó tann samlaði løgukostnaðurin.

Í almennu viðmerkingunum til eykajáttanarlógina fyri august sæst, at býtið á kostnaðinum fyri nýggja havrannsóknarskipið er hetta:

1.Treytað avtala við MEST: 276.725 tús. kr. (íroknað akustiska útgerð til botnkanningar).

2.Eftirlit, óvæntaðar útreiðslur v.m.: 8.700 tús. kr.

3.Stuðul til skipasmíð: 22.138 tús. kr.

Tilsamans: 307.563 tús. kr.

Meira langlesnaður