Nýggja spæliplássið á Skúlatrøð væl móttikið

Mynd: klaksvik.fo

Nýggja spæliplássið á Skúlatrøð væl móttikið

2017-08-22 12:35 Author image
Leif Láadal

Børnini hava tikið væl ímóti nýggju spæliumstøðunum á Skúlatrøð í Klaksvík, og økið millum skúlan og Snjallubjallu er bæði vakrari og betri at vera í, skrivar Klaksvíkar kommuna a heimasíðu síni.

- Fyrsta skúlavikan eftir summarfrítíðina er farin afturum, og hvørt fríkorter hava børn verið at sæð á nýggja spæliplássinum á Skúlatrøð í Klaksvík, har tey kunnu reiggja, klintra og hoppa trampolin. Frammanundan var eisini fótbóltsvøllurin í økinum, og hann verður framvegis nógv brúktur, skrivar kommunan.
Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn og ung fegnast um betraðu umstøðurnar, og hon hevur sæð við egnum eygum, hvussu væl børnini trívast í nýggju umstøðunum.
- Umstøðurnar at spæla eru blivnar nógv betri, og nú er økið eisini fríðkað við blómum og øðrum, so her er blivið ordiliga gott og vakurt hjá børnunum at vera. Tey brúka tað nógv í skúlatíð og børnini í Snjallubjallu hava eisini tikið tað til sín, umframt at tað jú er alment og frítt hjá øllum at brúka, sigur Beinta Klakstein. 

Kelda og lesið meira HER

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður