Norröna hevur givið nýggja vitan um havið

2017-02-20 11:59 Author image
Sigmund Vang

Tað er granskingarútgerð, ið Thomas Rossby sjálvur hevur verið við til at sniðgeva, ið hann saman við Charles Flagg, Ph.D. á Stony Brook University, og Havstovuni hevur tillagað og setti umborð á Norrönu longu í 2008. Níggju ár seinni hevur útgerðin givið okkum betri vitan um Golfstreymin og sjógvin kring Føroyar. Úrslitini laða uppundir aðrar kanningar, ið millum annað Rossby áður hevur gjørt. Kanningarnar sýna, at Golfstreymurin als ikki er í ferð við at vikna. Tað, ið Rossby og aðrir serfrøðingar á millum annað Havstovuni hava mált seinastu árini, vísir tvørturímóti, at Golfstreymurin hevur verið støðugur í nógv ár.

“Norröna var serliga áhugaverd vegna tað, at hon siglir bæði til Danmarkar og Íslands hvørja viku. Tí er hon virkin í báðum teimum størstu opningunum millum Atlantshavið og Norðurhøv”, skrivar Thomas Rossby, serfrøðing í havfrøði á University of Rhode Island, til Dimmalætting. Hann metir eisini, at Norröna nú hevur hjálpt til við at gera tað greitt, at Golfstreymurin hevur tað gott.

“Í einari grein, sum vit nýliga hava givið út, løgdu vit dent á hetta, tí fleiri greinar hava í seinastuni viljað verið við, at Golfstreymurin missir ferðina. Hetta síggja vit onki til”, skrivar Rossby.

Útgerðin, ið hevur verið umborð á Norrönu, er ein sonevnd Acoustic Doppler Current Profiler, also ein akustiskur streymmátari. Umframt streym mátar útgerðin eisini hita og saltinnihaldið í sjónum.

Thomas Rossby hevur gjøgnum sína yrkisleið givið snið til nógva aðra kanningarútgerð, sum í dag verða nýtt í havfrøði. Gjøgnum samstarv við reiðarí og skiparar hevur hann gjørt nógv fyri at geva okkum betri vitan um havið. Hetta hevur eisini við sær, at kostnaðurin verður lutfalsliga lágur.

Smyril Line er nevniliga ikki tað fyrsta reiðaríið, ið hevur hjálpt Rossby við kanningararbeiðnum. Undanfarnar kanningar, gjørdar við skipunum Oleander út fyri amerikansku strondini, og Nuka Arctica millum Grønland og Skotland hava eisini víst, at Golfstreymurin er støðugur. Tilsamans geva hesi tølini serfrøðingunum eina góða heildarmynd av Atlantshavinum.

“Úrslitini hjá okkum svara til tey, sum aðrar kanningar av hesum sjónum hava víst. Vit hava funnið rættiliga stór skifti í rákinum millum Føroyar og Skotland. Har eru sterkar streymar báðumegin, bæði suður eftir eystara kanti av Landgrunninum og norður eftir skotska landgrunnskantinum. Har eru eisini stór skifti í streyminum eftir skotska landgrunnskantinum gjøgnum árstíðirnar, helst av ættunum, sum fylgja árstíðunum”, greiðir Thomas Rossby frá.

“Vit síggja eisini nakað, sum sær út til at vera eitt merkisvert rák, sum melur við urinum í sjónum kring Føroyar, har landgrunnurin er. Hetta kemur møguliga av gongdum, sum skapast av sjóvarføllum. Hesi skifti hava verið kend áður, men við at fara grundiga gjøgnum úrslitini frá Norrönu, kunnu vit vísa til upplýsingar um rúm og bygnað, sum onnur ikki kunnu”, sigur Thomas.


Brot úr longri grein í nýggjastu Dimmalætting

  

  

placeholder

Meira langlesnaður