Nýggja Harry Potter bókin nærkast

2016-07-22 11:55 Author image
Jákup Højgaard

Allarhelst eru fleiri Harry Potter-fjapparar, sum minnast spenningin eftir fáa nýggjastu Harry Potter bókina. Fleiri sakna sikkurt eisini tað kensluna og tann spenningin av at sleppa aftur í gandaheimin, sum hugtók so nógv børn og vaksin. Nú er møguleikin aftur her - 31. juli kemur ein nýggj Harry Potter bók.

Talan er um bókina Harry Potter and the Cursed Childs, sum er áttanda í røðini. Bókin er eitt leikrit av leikinum við sama navnið og snýr seg um gandaheimin nítjan ár eftir hendinganar í Harry Potter og arvalutir deyðans, har hon fylgir Harry og yngsta soninum Albus. 

Harry Potter bøkurnar vóru so mikið væl dámdar, at fólk svóvu uttanfyri bókahandlum náttina áðrenn nýggjastu bøkurnar komu út og Føroyar var einki undantak. Júst sum fyrr hevur Rit og Rák opið á miðnátt 30. juli fyri teimum, sum ikki klára at bíða longur eftir áttandi Harry Potter bókini, til ber eisini at bíleggja bókina, um ein vil verða vísur í at fáa hendur á henni.

    

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður