Nýggjasti partur av Amatøroyar er nú tøkur á Soundcloud og iTunes

Nýggjasti partur av Amatøroyar er nú tøkur á Soundcloud og iTunes

2017-10-25 10:28 Author image
Innsent

Nýggjasti partur av Amatøroyar er nú tøkur á Soundcloud og iTunes. Hvat hugsaði Heri Jacobsen fyri sær, tá hann var í Góðan Morgun Føroyar um #metoo? Er Mikkeller Running Club patetiskt virksemi? Trýr Bill Justinussen, at trøini vaksa inn í himmalin? 

Tað er eingin munur á lýsingum og tekstum í Vikublaðnum, Heðin Mortensen. Og so eru allir føroyingar tíverri eftirkomarar av teimum, sum steðgaðu hálvan veg til Vínland.

Hoyr nýggjasta partin her: 

https://soundcloud.com/amatoroyar/partur-iv-sexchikana-mikkeller-torshavn-bill-justinussen

Amatøroyar er ein autonomur podcast, ið er innan fyri revsilógina, men fullkomiliga uttan fyri námsfrøðiligt tamarhald. Vertir eru Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen.  

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður