Nýggjur kanningarháttur av strongd hjá laksi

Savnsmynd

Nýggjur kanningarháttur av strongd hjá laksi

2017-09-05 15:00 Author image
Turið Nolsøe

Eins og strongd ávirkar trivnaðin og harvið mótstøðuførið hjá okkum menniskjum, er júst tað sama galdandi fyri laks. Í samstarvi við Luna hevur Fiskaaling seinastu mánaðirnar ment eina mannagongd til at máta strongdarhormonið, kortisol, í slipuni, sum er slímlagið uttan á skræðuni. Úrslitini eru sera góð, tí royndirnar vísa, at til ber at fáa eins neyv úrslit við nýggja kanningarháttinum, sum tá talan er um blóðroyndir.

- Hóast fleiri royndir skulu til, so ivast vit ikki í, at mátingar av slipu kunnu vera eitt virðismikið amboð til máting av strongd hjá laksi, og sum í stóran mun kann avloysa blóðroyndirnar, ið bæði eru truplari og umstøðuligari at gera. Við minni ampa av kanningarháttinum eru góðir møguleikar hjá alifeløgunum at økja um títtleikan av kanningunum og harvið neyvari fylgja við í heilsustøðuni hjá laksinum á bæði landi og sjógvi. Grundleggjandi er talan um eitt virðismikið amboð, bæði tá ræður um at menna framleiðsluna, eins væl og til granskingarverkætlanir, siga Elin Djurhuus Samuelsen og Ása Jacobsen.

Granskararnir vísa á, at øll alifeløgini hava víst hesum møguleikanum áhuga, og fleiri ynski eru í alivinnuni um at nýta hendan kanningarháttin í bæði framleiðslu og verkætlanum framyvir.  

Lesið meira um granskingina hjá Fiskaaling her.

placeholder

Meira langlesnaður