Nýggjur kikari settur upp á Leirvíksfjalli

Nýggjur kikari settur upp á Leirvíksfjalli

2017-06-25 14:20 Author image
Leif Láadal

Nýggjur kikari er settur upp á Leirvíksfjalli. Møguleiki er millum annað at kika norður í djúpini, út á Gøtuvík og suður í hav, upplýsir Eystur kommuna á heimasíðu síni.

Kikarin stendur tætt við bygdagøtuna millum Leirvík og Norðragøtu, og kommunan viðmælir fólki at nýta bygdagøtuna, um farið verður upp á Leirvíksfjall.

Á heimasíðuni hjá Eystur kommunu er ein lítil dronu-filmur, sum vísir hvussu stórsligið útsýnið er, har kykarin er settur upp.


Trýst HER fyri at síggja filmin.

Meira langlesnaður