Nýval útskrivað í Íslandi

Mynd: EPA

Nýval útskrivað í Íslandi

2017-09-16 11:05 Author image
Turið Nolsøe

Íslendski forsætisráðharrin, Bjarni Benediktsson, hevur skrivað út nýval í Íslandi eftir at flokkurin Björt Framtíð hevur tikið seg úr samgonguni. Hetta skrivar The Guardian.

Hetta hendir aftaná, at flokkurin hjá Benediktsson, Sjálfstæðisflokkurinn, hevur roynt at krógva eitt bræv, har pápi Benediktsson biður um uppreisn fyri ein vinmann, ið er dømdur fyri kynsligt misbrúk av børnum. Uppreisnin merkir í hesum føri, at tann dømdi aftur fær møguleika at søkja ávís størv, uttan at revsingin verður strikað frá hansara revsiváttan. Eisini er komið fram, at Bjarni Benediktsson hevur vitað um málið síðan juli í ár, tá løgmálaráðharrin, Sigríður Andersen, kunnaði Benediktsson um, at pápi hansara hevði skrivað brævið.

Samgonguslitið hendir bert níggju mánaðir eftir, at samgongan varð skipað. 

- Vit hava mist meirilutan, og eg síggi ikki hvussu vit kunnu vinna hann aftur, segði Bjarni Benediktsson við tíðindafólk í Íslandi. 

Hann legði afturat, at Altingið hevur svikið tey, ið eru fyri kynsligum ágangi. Lógin, ið kann geva dømdum uppreisn, er frá 1940, og var upprunaliga ætlað til at geva dømdum valrætt aftur.

- Vit hava lært at lógirnar á økinum slettis ikki liva upp til nútímans virði. Vit, ið starvast í Altinginum, hava svikið.

placeholder

Meira langlesnaður