Fyrsti amerikanski forsetin sum vitjar Hiroshima

2016-05-10 16:35 Author image
Dimma

Vitjanin hjá amerikanska forsetanum er partur av einari ferð í Asia, sum verður frá 21.-28. mai. Á ferðini vitjar Barach Obama eisini í Vietnam, skrivar BBC.

Kjarnorkubumban, sum varð slept yvir Hiroshima tann 6. august í 1945, drap 140.000 fólk. Stutt eftir at seinna bumban varð slept yvir Nagasaki endaði annar veraldarbardagi heimsbardagi.

 

Amerika hevur ongantíð alment biðið japanska fólkið um umbering fyri hópoyðandi bumburnar, og tað hendir heldur ikki hesaferð. Hvítu húsini boða frá, at talan verður ikki um eina umbering.

 

Í tíðindaskrivi frá Hvítu húsunum verður sagt, at Obama forseti fer á eina søguliga vitja hjá japanska forsætisráðharranum fyri at kasta ljós á áhaldandi stríði fyri friði í einum heimi uttan kjarnorkuvápn.

 

Fyrrverandi amerikanska forsetin, Jimmy Carter, hevur áður vitjað Hiroshima, men tá var hann ikki longur forseti.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður