Panama-fepur

2016-05-13 08:58 Author image
Dimma

Mánakvøldið stóðu ambætararnir hjá ICIJ (The International Consortium of Investigative Journalists) til at bresta. Orsøkin var, at ICIJ hevði valt at kunngera part av sonevndu Panama-skjølunum. Fleiri av heimsins stóru miðlum høvdu samstarvað um at týða og skilja yvir ellivu milliónir skjøl yvir longri tíð,  og avleiðingin var millum annað, at íslendski forsætisráðharrin mátti fara frá.

Í samstarvi umvegis ICIJ fingu fleiri av heimsins størstu miðlum sett teldupostar, kontoupplýsingar og mangt annað í nágreiniliga skipan, sum stóru miðlarnir so kundu arbeiða víðari við. Hetta er nakað, sum krevur orku, og miðlarnir í Føroyum eru alt ov lítlir til at seta fólk av til so umfatandi arbeiði. Tí máttu vit bíða til mánakvøldið, tá teir stóru kastaðu ein bita til teir smáu.

Tí sat tann lítla føroyska miðlaverðin sum á nálum mánakvøldið, tá nøkur skjøl vóru kunngjørd. Teldupostar og annað viðkvæmt var sáldað frá, so atgongd bert fekst til fakta. Tað skuldi eisini verið nóg mikið, men har var ikki nógv at heinta í fyrstu syftu – tíbetur, kunnu vit siga. Nøkur nøvn komu fram á føroyingum, men neyvan so, at tað var vert at kunngera í fyrstu atløgu. Tað er heldur ikki víst, at ein persónur ella felag hevur gjørt nakað galið við at skráseta eitt felag uttanlands, tí tað nýtist ikki at vera svik innblandað. Men illgrunin er har, tí hví skráseta eitt felag í til dømis Panama, og ikki heima hjá okkum sjálvum – og hví skulu tey, sum hava nóg mikið, støðugt gremja seg um, at tey rinda ov nógv í skatti til vælferðarsamfelagið? Fara tey so aðrastaðni við pengunum?

So kunnu vit spyrja okkum sjálvi, hví áhugin var so ovurstórur. Er tað tí, at vit hava mist álitið á okkara vinnulívsfólki og politikarum? Og hví hava vit tað? Spurningarnir eru nógvir, men vit hava verið vitni til, at einstaklingar í ovurmát eru vorðnir ríkir eftir stuttari tíð, stættarmunurin er vaksin, samstundis sum landskassin bløðir og trupult er at finna pening til vælferðartænasturnar. Her hongur líkasum ikki saman, og fólk eru farin ressast – og nú fingu vit Panama-fepur, tí møguliga kundi onkur koma á skafottið.

Hesin støðugi illgruni burdi givið vinnulívstoppum og politikarum nakað at hugsa um – misálit byggir onga sunna tjóð.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður